Í Tokuni

Eivør

(Couplet 1)
Gangi í tokuni
Eina í djúpu kvirruni
Síggi ongar varðar
Burtur allir garðar
Rópi men eingin svarar

(Couplet 2)
Inn ímillum gloppini
Í mjørkaklæddu náttini
Hómi eg skuggar
Tykist sum okkurt rørir seg har
Rópi men eingin svarar mær

(Refrain)
Vinur, vinur sært tú meg?
Gangi her í tokuni
Hevur tú reikað líka sum eg
Í deyðadjúpu kvirruni?

(Couplet 3)
Sást tú gøtuljósini
Lýsa í bygdini?
Sást tú hvat tey gjørdu har?
Minnist tú hvussu støðan var?
Leitaði nakar eftir mær?

(Refrain)
Vinur, vinur sært tú meg?
Gangi her í tokuni
Hevur tú reikað líka sum eg
Í deyðadjúpu kvirruni?

(Bridge)
Hevur tú eins og eg
Gingið í tokuni
Burturvilst frá slóðini
Ytst á fjallatromini?
Kennir tú hetta einsemið?

(Refrain)
Vinur, vinur skilur tú meg?
Veitst tú nakran loyniveg?
Hevur tú reikað líka sum eg
Í endaleysu óvissuni?

Vinur, vinur skilur tú meg?
Veitst tú ongan loyniveg?
Hevur tú reikað líka sum eg
Í endaleysu tokuni?

Trivia about the song Í Tokuni by Eivør

When was the song “Í Tokuni” released by Eivør?
The song Í Tokuni was released in 2015, on the album “Slør”.
Who composed the song “Í Tokuni” by Eivør?
The song “Í Tokuni” by Eivør was composed by Eivør.

Most popular songs of Eivør

Other artists of