Petti Fyri Petti

Tróndur Bogason, Eivør

Tá tú ert nær, eri eg nakin
Fái ei fjalt míni arr
Tú límar meg saman petti fyri petti
Til einki er eftir brotið

Tá tú ert nær, fái eg eitt andlit
Og gríman eg gjørdi mær dettur av
Tú skoðar ígjøgnum búnan eg beri
Tú sært hvør eg eri innanst inni

Tú vísir mær heimin í morgunroða
Opnar eygu míni
Eg síggi tað stóra í øllum tí smáa
Í nærveru tíni

Tá tú ert nær, hvørvur mín ótti
Tøgnin larmar ei longur innan í mær
Eg samli meg saman petti fyri petti
Til einkin er eftir brotið

Trivia about the song Petti Fyri Petti by Eivør

When was the song “Petti Fyri Petti” released by Eivør?
The song Petti Fyri Petti was released in 2015, on the album “Slør”.
Who composed the song “Petti Fyri Petti” by Eivør?
The song “Petti Fyri Petti” by Eivør was composed by Tróndur Bogason, Eivør.

Most popular songs of Eivør

Other artists of