Røttu Skógvarnir

Tróndur Bogason, Eivør

Tað tekur ofta sína tíð
At finna stevið innaní
Eina løtu løtt á tá
Men skjótt kann kennast tunft at lyfta fót uppfrá

Bíða, bíða eftir mær
Eg eri nær
Hav tol við mær
Tað tekur ofta langa tíð
At finna røttu skógvarnar at ganga í

Niðan brøttu brekkuna
Kennist sum eg standi í stað
Glopraregn og heglingsæl
Viðhvørt liggur ættin ikki sum hon skal

Bíða, bíða eftir mær
Eg eri nær
Hav tol við mær
Tað tekur ofta langa tíð
At finna røttu skógvarnar at ganga í

Bíða, bíða eftir mær
Eg eri so nær
Hav tol við mær
Tað tekur ofta langa tíð
At finna røttu skógvarnar

Bíða, bíða eftir mær
Skjótt eri eg har
Hav tol við mær
Tað tekur ofta langa tíð
At finna røttu skógvarnar at ganga í

Trivia about the song Røttu Skógvarnir by Eivør

When was the song “Røttu Skógvarnir” released by Eivør?
The song Røttu Skógvarnir was released in 2015, on the album “Slør”.
Who composed the song “Røttu Skógvarnir” by Eivør?
The song “Røttu Skógvarnir” by Eivør was composed by Tróndur Bogason, Eivør.

Most popular songs of Eivør

Other artists of