Vakrasti dreymur

Tú komst og beyð mær inn
Til staðið, sum eingin hevði sæð
Og eg trein inn um tína gátt
Á heitastu hásummarnátt

Títt blíða lyndi dró meg inn
Til heimsins vakrastu dreymar
Í djúpasta dvala lá eg tá
Tú reiddi mær ból at droyma á

Droymandi stígi eg innar
Inn til eitt vakurt stað
Og eg vakni úr vakrasta dreymi
Sólin skínur aftur í dag

Tú komst og beyð mær inn
Til staðið, sum eingin hevði sæð
Og eg trein inn um tína gátt
Heitastu hásummarnátt

Trivia about the song Vakrasti dreymur by Eivør

When was the song “Vakrasti dreymur” released by Eivør?
The song Vakrasti dreymur was released in 2000, on the album “Eivør Pálsdóttir”.

Most popular songs of Eivør

Other artists of